Síggið Sornfelli úr erva

Loftmyndir hava framleitt hendan filmin, sum eisini hava framleitt aðrar filmar av slíkum slag, sum eru tiknir upp við fjarstýrdari dronu.

 

Loftmyndir hava framleitt hendan filmin, sum eisini hava framleitt aðrar filmar av slíkum slag, sum eru tiknir upp við fjarstýrdari dronu.

 

Sornfelli – fjallið, sum var ímyndin av kalda krígnum í Føroyum, er á Streymoynni og er 749 metrar høgt. Fjallið liggur 12 km úr Havnini í beinari linju, 20 km í bili.

 

Tað var í 1958 at løgtingið gav Nato loyvi at byggja hernaðarliga eftirlitsstøð á Sornfelli. Á sumri í 1963 – tá kalda kríggið var í hæddini – fór Nato at hava radareftirlit við skipaferðslu og flogferðslu í Norðuratlantshavi við radarunum á Sornfelli. Tætt knýtt at virkseminum ía Sornfelli var Natostøðin í Mjørkadali.

 

Radarin á Sornfelli varð sløktur 1. januar í 2007, og 15. november í 2010 steðgaði hernaðarliga samskiftisuppgávan á Sornfelli eisini, og gavst Nato við øllum virkseminum á Sornfelli.