Síggið málið hjá Stefani her

– Føroyska U21 landsliðið stendur fyri eini møtimiklari uppgávu, tá teir klokkan hálvgum seks skulu taka ímóti Frankaríki á Ovaravølli í Gundadali.

 

Soleiðis hugleiddi Tróndur Arge, íttróttarjournalistur, í tíðindunum á FM1 í dag.

 

Men tað vísti seg tó at ganga øðrvísi – ikki minst, tá ein bóltur varð sendur fram á fronsku hálvuna í 55. minutti av dystinum.

 

Stefan Løkin varð sendur fram við einum bólti. Málmaðurin hjá Frankaríki var komin langt fram ímóti miðjuni, hann fær bóltin, men missir hann Stefan Løkin, sum knallar til úr 40 metrum. Málmaðurin og ein miðverji fara rennandi eftir bóltinum, men røkka honum ikki - og soleiðis bleiv 1-1.

 

##med2##

 

Trýstið á pílin á myndini og síggi video av sjónvarpingini hjá Televarpinum og hoyrið Trónd Arge rópa ordiliga hart!