Í dag verður seinna hálvfinalan í kappingini um Løgmanssteypið millum HB og B36. Fyrri dysturin endaði við javnleiki 1-1. HB hevur eitt útivallarmál og tí eru teir á odda undan dystinum í dag. Venjarin hjá HB væntar ein javnan dyst.
- Hetta blívur ein líka javnur dystur sum seinast, tá liðini høvdu ein hálvleik í part. Eg vænti ikki tað verður so stórur munur á. Teir hava fingið Lukasz Cieslewicz og onkrar aðarar spælarar tøkar aftur, so teir standa neyvan verri enn teir gjørdu seinast, sigur Sigfríður S. Clementsen, venjari hjá HB.
Skulu steðga Róaldi og Lukasz
Danski framherjin, Daniel “Elly” Pedersen, er framvegis skaddur og er ikki í landinum. HB hevur higartil ikki fingið nógva nyttur burturúr honum, men tað er líkt til at hinir tríggir danskararnir í HB, Martin Bergvold, Alexandar Stankov og Sebastian Pingel, eru tøkir. Venjarin hjá HB hevur eisini sett navn á spælararnar, sum hansara menn skulu ansa eftir.
- Vit skulu arbeiða ótrúliga hart aftur hesaferð. Vit skulu hava fatur á Róaldi Jakobsen og Lukasz Cieslewicz, so teir ikki sleppa at brilliera. Patrik Johannesen er eisini í form, og honum skulu vit ansa eftir, sigur Sigfríður S. Clementsen.
Kennist ikki sum eyka trýst
Tað er komið eyka trýst á í HB, eftir at liðið tapti klassikaran móti KÍ, og er fyribils sett av í FM stríðnum. Venjarin hjá HB sær tó ikki heilt soleiðis upp á tingini.
-Eg haldi ikki trýstið er størri, tí vit at gera alt vit kunnu fyri at koma í steypafinaluna. Tað høvdu vit eisini gjørt, um vit vunnu í Klaksvík, sigur Sigfríður S. Clementsen.
Hann hevur royndirnar, sum prógva at hann er stinnur í steypakappingini. Sigfríður S. Clementsen hevur verið í aðri hvørjari steypafinalu síðani 2006. Tá vann hann við B36, síðani vann hann finaluna við EB/Streymi í 2008 og tapti hann í 2009, áðrenn hann vann hana tríggjar ferðir upp í slag við Víkingi.
- Hetta er stuttligasti og størsti dysturin á árinum, sigur Sigfríður S. Clementsen at enda.
Rás2 sigur frá báðum seinnu hálvfinalunum, sum verða í dag klokkan 15.
Løgmanssteypið:
HB (1)-(1) B36 15.00
NSÍ (2)-(2) KÍ 15.00










