Klaksvík: Tveir útlendskir tónleikarar fara at spæla kendan tónleik í Atlantis fríggjakvøldið.
Annar av tónleikarunum kemur úr Íslandi og hin úr Onglandi. Teir fara at spæla fólkatónleik, blues, country og rock úr fimti- og sekstiárunum.
Siggi Bjørnsson er ættaður av Fleteyri í Íslandi. Hann var útróðrarmaður til 1988, tá hann gjørdi av at fara at ferðast kring knøttin við gittar síni á bakinum.
Hann hevur ferðist kring heimin tríggjar ferðir, og hann hevur spælt og sungið í fleiri enn 30 londum. Millum tey kunnu nevnnast Australia, New Zealand, Hong Kong og Fiji-oyggjarnar.
Siggi hevur givið seks fløgur út og býr nú í Danmark.
Vikuskifti í Klaksvík
Fyri nøkrum árum síðani hitti hann bretan Keith Hopcroft, sum spælir gittar. Keith er ættaður í Birmingham, men flutti til Danmarkar fyri 15 árum síðani. Keith fann sær unnustu í Danmark, og flutti tí hagar.
Siggi og Keith hava spælt nógv saman seinastu árini, og nú fara teir at royna seg í Atlantis.
Konsertin við teimum báðum verður fríggjakvøldið kl. 22.00. Teir fara eisini at spæla í Klaksvíkar Klubba og á Barok um vikuskiftið