Síðan 1. oktober 1999 hevur Sigmund Johannesen verið í føstum starvi á vegadeildini hjá Runavíkar kommunu.
Tey flestu um hesar leiðir kenna Sigmund, og mong hava fingið eitt prát við hann, tá hann strýkur fram eftir vegunum á prutli fyri at rudda upp eftir øðrum.
- Í eina tíð hava vit umrøtt spurningin, um hann ikki átti at havt eitt betri amboð til tænastuna, tá hann er úti á vegunum, og fyri kortum varð gjørt av at keypa eitt akfar á trimum hjólum við last til hendan partin av uppgávum vegadeildarinnar.
Tað siga tey í Runavíkar kommunu í dag.
- So gitin er Sigmund á hesum mótinum, at vegadeildin valdi at kalla akfarsstjóran upp. Akfarið eitur nú Siggi – sum er kelinavn førarans, ið vanliga verður brúkt um okkara leiðir í gerandisdegnum.
##med2##
Sigmund er eisini kendur úr ítróttarumhvørvinum. Hann leikti við besta liðnum hjá NSÍ í yngri árum, og eftir tað var hann venjari hjá fleiri liðum og man framvegis vera tann mest vinnandi venjarin hjá felagnum.
Nýggja akfarið, sum Sigmund Johannesen nú hevur til sínar uppgávur fyri vegadeildina hjá Runavíkar kommunu, er ravmagnsdrivið.