Siggert drenar við ull

– Eg haldi ikki, at eg tími at brúka ein dag mitt um summarið til at lata ull fyri einki. Eg fari heldur at brúka ullina at drena við.

– Eg haldi ikki, at eg tími at brúka ein dag mitt um summarið til at lata ull fyri einki. Eg fari heldur at brúka ullina at drena við.

 

Tað segði Siggert Patursson við útvarpið. Sosialurin hevur seinastu dagarnar skrivað um trupulleikan við, at eingin hevði skipað fyri ullamóttøku í ár. Nú er so ein loysn fingin, soleiðis at tikið verður ímóti ullini – men uttan at pengar fæst fyri hana.

 

Men tað fegnast formaðurin í bóndafelagnum ikki um. Hann sigur, at ull er góð at drena við. Hon kann leggjast oman á drenrørini, áðrenn tey verða tyrvd. Á hendan hátt kann hann spara pengar til at keypa annað tilfar til endamálið.

 

Soleiðis fær hann pengar burtur úr ullini við at nýta hana at drena við