Sigfríður: Vit tóku ikki av einum gyltum møguleika (FM1)

(FM1) Hoyr hvussu KÍ vann 1-0 á EB/Streymi við Djúpumýru, og hoyr samrøður og samanumtøku

##med2##

 

KÍ var risa favorittur at vinna á EB/Streymi við Djúpumýru í dag. Tað endaði við einum teprum 1-0 sigri til KÍ, og við eitt sindur av nærlagni kundi EB/Streymur vunnið sær eitt stig í dag. 

 

KÍ-EB/Streymur 1-0 (1-0)

 

1-0 Árni Frederiksberg (16.) 

 

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1:

 

1) Hoyr frásøgumannin, Rúna á Reynatrøð og viðmerkjaran, Regin Sivertsen siga frá sigursmálinum hjá KÍ.

 

2) Hoyr samrøðuna Rúni gjørdi við verjuskansan hjá KÍ, Heina Vatnsdal.

 

3) Hoyr samrøðuna Rúna gjørdi við høvuðsvenjaran hjá EB/Streymi, Sigfríð S. Clementsen. 

 

4) Hoyr Regin Sivertsen taka samanum dystin. 

 

- Tað er eingin ivi um, at KÍ hevur væl stinnari lið, enn vit hava. Fíggjarætlanin hjá teimum man vera fimm ferðir tað, sum hon er hjá okkum, og teir hava eina røð av landsliðsspælarum á liðnum. Vit eru við at mynda nýtt lið, har fýra ella fimm í fjør spældu í 2. deild. Vit arbeiddu nógv, og vit spældu okkum til onkrar møguleikar. Eg havi eina kenslu av, at hetta var dagurin, tá ið vit høvdu møguleikan at vinna stig í Klaksvík. Avrikið ger, at vit við áræði halda fram við at samanspæla nýggja liðið, segði Sigfríður S. Clementsen í samrøðu við FM1.

 

- ­­Vit mugu bara staðfesta, at avrikið hjá okkum var ikki tað, sum vit høvdu ætlað. Tað kendist sum um, at orkan restaði, og eftir steðgin hekk tað ikki væl saman. Og so eiga vit at rósa EB/Streymi fyri, hvussu raskir teirra spælarar vóru. Teir góvu ongantíð skarvin yvir, og tá ið tað bara er eitt mál á muni, so skal so lítið til, áðrenn tað verður javnað, segði Heini Vatnsdal í samrøðu við FM1. 

 

 

 

 

 

KÍ-EB/Streymur 1-0 (1-0) - Hoyr sigursmálið, samanumtøku og samrøður við Heina Vatnsdal og Sigfríð S. Clementsen

KÍ-EB/Streymur 1-0 (1-0) - Hoyr sigursmálið, samanumtøku og samrøður við Heina Vatnsdal og Sigfríð S. Clementsen