Høvuðsvenjarin hjá Víkingi, Sigfríður S. Clementsen, og framherjin hjá EB/Streymi, Niels Pauli B. Danielsen vóru ikki heilt samdir, tá Rás2/in.fo fekk orðið á teir báðar, aftaná 3-2 sigurin hjá Víkingi á EB/Streymi við Margáir í Streymnesi.
Niels Pauli B. Danielsen helt, at liðini áttu hvør sín hálvleik. Víkingur áttu fyrra, meðan EB/Streymur átti seinna hálvleik.
Sigfríður Clementsen var ikki samdur. Hann helt, at Víkingur átti fyrra hálvleik, meðan seinni hálvleikur var meiri javnur. Sigfríður helt, at talan var um ein dyst, har Víkingur átti bróðirpartin av málmøguleikunum í dystinum.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr tað, sum Niels Pauli B. Danielsen og Sigfríður S. Clementsen søgdu aftaná dystin.