Sigfríður var ikki nøgdur við dømingina

Virkandi B36-venjarin helt, at talan varð um ein spennandi dyst

Effodeildin: Sigfríður S. Clementsen, høvuðsvenjari hjá Víkingi var alt annað enn nøgdur við dømingina í dystinum millum B36 og Víking, sum B36 vann 3-2.

 

Sigfríður hugsaði ikki bert um støðuna, tá B36 skoraði til 3-2, og Víkingar vildu hava fríspark, men hann hugsaði um dystin í síni heild.

 

Virkandi venjarin hjá B36, Milan Kuljic valdi heldur at fokusera á tað, sum hann meinti var ein spennandi dystur millum B36 og Víking.

 

Undir myndini ber til at hoyra tað, sum Sigfríður S. Clementsen og Milan Culjic søgdu við Trónd Arge í sendingini "3. hálvleikur" á Rás2.