Sigfríður umhugsar fleiri broytingar

ÍF venjarin heldur, at ÍF er betri mannað hesa ferð, enn tað var, tá ið tað í Sarpugerði endaði 1-1

Í kvøld klokkan 18.30 verður síðsti dysturin í 17. umfari. Tá fær ÍF vitjan av grannunum í Víkingi. Í fyrstu grannauppgerðini kring Varmakeldueið, sum var í Sarpugerði 4. mai var úrslitið 1-1.

Hetta er fyrsti landskappingardysturin hjá Víkingi síðani summarsteðgin. Víkingur hevur verið fleiri ferðir uttanlands, og longu í morgin skal Víkingur suður til Kroatia.

Víkingur er á triðja plássi, og um tað eydnast at vinna í kvøld, so minkar munurin fram til HB til fýra stig. Men tað sigur venjarin, Sigfríður Clementsen, seg ikki hugsa um.

-Vit fokusera á avbjóðingina í kvøld. Hon verður ivaleyst tøtt, tí tað eru hesar grannauppgerðirnar oftast. Hjá okkum snýr tað seg um at finna bestu uppstillingina í kvøld. Summir, sum hava spælt nógv, eru troyttir, og aðrir, sum hava sitið nógv á beinkinum, hava staðið seg væl, tá ið teir eru komnir á vøllin, staðfestir Víkinga venjarin.

Miðvallarin Hans Jørgen Djurhuus er leikbannaður.

 

Hjá ÍF eru allir spælararnir tøkir. Tað er sjáldan komið fyri fyrr í ár. Síðani liðini hittust í Gøtu, eru Høgni Zachariassen og Jan Ó. Ellingsgaard komnir aftrat, og tað hevur styrkt um liðið.

Næstsíðsta sunnudag stóð ÍF seg væl í 1. hálvleiki ímóti Skála, men eftir steðgin gekk minni væl:  -Vit hava tosað og viðgjørt tann spurningin. Kanska var ein av orsøkunum, at vit høvdu vant nógv í vikuni upp undir tann dystin, sigur Albert Ellefsen.

ÍF-Víkingur: Dagfinn Forná kl. 18.30.