Tað er ein hjartans fegin Víkinga venjari, Sigfríður Clementsen, sum nú í ljósu summarnáttini í Tromsø saman við hinum í Víkinga ferðalagnum riggar til at fara heim aftur til Føroya.
Víkinga ferðalagið er bæði sjónskt og mælskt í Tromsø, har áskoðararar á veg av stadion tóku saman og kvóðu Í Gøtu ein dag har hendi eitt undur, ei fyrr var tað sæð!
-Orð eru so fátæk, men eg haldi ikki, at hetta er óuppiborið. Teir pressaðu okkum fyrra partin av 1. hálvleiki, men so varð tað meiri javnt. At ein teirra sá reytt stutt undan steðginum var sjálvandi avgerandi, men okkara spælarar eiga alt rós fyri eitt framúr avrik bæði á heimavølli og aftur í kvøld, staðfestir ovurfegni Víkinga venjarin.
Nú er tað greitt, at landskappingardysturin ímóti NSÍ í Runavík verður ikki spældur mikukvøldið í komandi viku, sum tað annars er ásett:
-Tað taka vit, sum tað kemur. Nú hugsa vit um europeisku avbjóðingina. Hóast tað verður uppaftur torførari, so fara vit avgjørt eftir at basa kroatiska mótstøðuliðnum og harvið at stríða og spæla okkum til tað, sum er uppaftur størri. Spælararnir mest sum megna at ganga á vatninum, so teir hava eisini møguleika at megna ta uppgávuna, heldur Sigfríður Clementsen, sum er tann føroyski venjarin, ið hevur megnað nógv tey bestu úrslitini í europeiskum fótbólti.
Í kvøld varð tað greitt, at Víkingur í triðja innleiðandi umfarinum skal spæla ímóti HNK Rijeka úr Kroatia. Í kvøld vann kroatiska liðið 2-1 á útivølli í Budapest ímóti ungverska Ferencváros. Samantaldi kroatiski sigurin er 3-1.
Fyrri dysturin verður í Føroyum hóskvøldið 31. juli.