Sigfríður leggur trýst á HB

(Ljóðsamrøða) Høvuðsvenjarin hjá Víkingi heldur HB er undir trýsti ímóti Víkingi komandi umfar

Høvuðsvenjarin hjá Víkingi, Sigfríður S. Clementsen kundi fegnast um enn eitt got avrik hjá sínum monnum, har liðið stóð serliga sterkt í myndini í seinna hálvleiki. Víkingur vendi 0-1 í steðginum til ein 3-1 sigur í seinna hálvleiki. Tá talan er um yvirskot, orku og gott spæl hevur Sigfríður nógv góð orð at bera sínum monnum.

 

Tí var tað ikki ringt hjá Sigfríða at leingja sáttmálan við Vìking fyri stuttum.

 

Sigfríður leggur trýst á HB til komandi dystin millum HB og Víking í Gundadali: - HB hevur meir at spæla fyri enn vit, og tí mugu teir fram á vøllin. Nakað sum passar okkum fínt, staðfestir høvuðsvenjarin hjá Víkingi. 

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna við Sigfríð S. Clementsen, sum var í sendingini "Triði Hálvleikur" á Rás2.