Nú klokkan 17 bríkslar Eiler Rasmussen fyri fyrstu ferð við Margáir. EB/Streymur hevur vitjan av B68. Talan er um tvey lið, sum í fyrsta umfari taptu. B68 tapti 2-0 á heimavølli ímóti B36, og EB/Streymur tapti 3-0 á útivølli ímóti Skála.
Sigfríður Clementsen venjari hjá EB/Streymi hevur broytt liðið í trimum plássum. Nýggir eru Andras Ó. Olsen, sum var leikbannaður síðsta sunnudag, Boubacar Dabo, sum loyvini nú eru í lagi hjá, og spildurnýggja spælaran Robert Marcus.
Av liðnum eru farnir miðverjin Mikkjal Hellisá, sum var vístur av vøllinum á Skála, miðvallarin Suni Herman Petersen og Tóki H. Johannesen.
Hjá B68 eru vongverjin í høgru Fríði í Túni Petersen og miðverjin Áki Johannesen, sum hevur verið skaðadarvaður, nýggir á liðnum. Teir avloysa Hjalta Strømsten og Jonas Warner.
EB/Streymur – B68 kl. 17.00
Dómari: Eiler Rasmussen
EB/Streymur: Jóannes Davidsen – Bergur J. Poulsen, Andras Ó. Olsen, Rógvi Egilstoft, Virgar Jónsson – Robert Marcus, Emil Weihe Joensen – Jens Erik Bruhn, Hans Pauli á Bø, Boubacar Dabo – Filip Djordjevic
B68: Terji Brynjarsson – Fríði í Túni Petersen, Aleksandur Ó. Jensen, Áki Johannesen Aron Reinert Hansen – Hanus Højgaard, Sebastian Lau Nielsen, Ragnar Samuelsen, Jóhann Hansson Joensen – Villiam Klein, Brian Jakobsen