Felags fyri bæði liðini, sum nú klokkan 15 hittast við Løkina í Runavík er, at tey á páskum taptu á útivøll. Og bæði hjá NSÍ og EB/Streymi var gongdin tann, at liðini eina løtu vóru á sigurskós.
NSÍ tapti 3-2 í Klaksvík, eftir at teir gulu eina løtu í fyrra hálvleiki vóru frammanfyri 2-0. Og í NSÍ leguni iðraðu teir seg, tí tað vóru fleiri møguleikar at økja um leiðsluna, áðrenn KÍ svaraði aftur og í síðstu løtu skoraði 3-2 sigursmálið.
Í vikuni var undir venjing ivi um, hvussu tað í dag fór at vera við Klæmint A. Olsen og Peturi Knudsen, sum báðir hava verið darvaðir av smáskaðum. Teir eru báðir millum teir fyrstu ellivu.
Hjá NSÍ er tað merkisvert, at veteranurin Oddur Á. Højgaard í dag er millum teir fyrstu ellivu. Tað hevur hann ikki verið fyrr í ár. Í fjør var hann besti verjuspælarin hjá NSÍ. Oddur Á. Højgaard avloysir Meinhard D. Geyti, sum er á beinkinum.
Tá ið EB/Streymur tapti 4-2 í Sørvági, var tað eftir at EB/Streymur var frammanfyri 2-1. Tveir av fremstu monnunum hjá EB/Streymi í Sørvági vóru Filip Djordjevic, sum fór av vøllinum, tá ið ein lítil tími var farin, og Boubacar Dabo. Hvørgin teirra er á listanum í dag. Tóki H. Johannesen er í dag á beinkinum. Nýggir milum teir fyrstu ellivu eru Jens Erik Bruhn nýggjur, Marius Árting Allansson og Suni Herman Petersen.
NSÍ – EB/Streymur: Rani A. Skaalum kl. 15.00.