Sigfríður: HB hevur breiðari hóp enn vit

Venjarin hjá Víkingi hevur havt ein uppstart við góðum venjingum, men fáum venjingardystum

Hóast tilgongdina av so frægum spælarum, sum Halli Hanssyni og Súna Olsen, so heldur høvuðsvenjarin hjá Vìkingi, Sigfríður Skaale Clementsen ikki, at hann hevur so nógv fólk at rutta við, sum hitt liðið í stórsteypadystinum, HB.

 

Sigfríður heldur, at teir í Víkingi hava havt góðar og gevandi venjingar, men hann hevur valt at spart uppá talið av venjingardystum, tí hópurin ikki verið nóg breiður til eitt stórt tal av venjingardystum.

 

Høvuðsvenjarin hjá Víkingi heldur, at mótstøðuliðið í stórsteypadystinum, HB hevur munandi meir fólk at ráða yvir. Hann staðfestir tó, at Vìkingur fer at gera sítt ítarsta fyri at fáa fyrsta steypið til høldar mánadagin klokkan 18, tá Víkingur og HB skulu spæla stórsteypadystin.

 

Tróndur Arge sigur beinleiðis frá dystinum á Rás2.

 

Við at trýsta á pílin undir myndini ber til at hoyra tað, sum Sigfríður Skaale Clementsen segði í seinnapartssendingini hjá Rás2 í dag.