Víkingur skal leita sær eftir nýggjum venjara til komandi kappingarár. Tað er greitt, nú Sigfríður S. Clementsen fer at takka fyri seg eftir at verandi kappingarár er av.
Sambært keldum hjá in.fo, so boðaði Sigfríður undan venjingini í kvøld sínum spælarum frá, at hann fer at gevast sum venjari í felagnum eftir hetta kappingarárið. Meiri verður at frætta um málið í kvøld.
Sigfríður hevur verið venjari hjá Víkingi síðani á sumri 2013.