Sigfríður Clementsen, venjari hjá Víkingi ræðist ikki leiklutin sum favorittur undan steypafinaluni. Fótbóltsviðmerkjararnir í Sosialinum hava allir Víking at vinna við einum máli.
Hoyr samrøðuna við Sigfríða Clementsen við at trýsta á pílin undir myndini
- Tað havi eg ta fínt við, sigur Sigfríður Clementsen við Rás2.
Víkingur skal í annaðkvøld klokkan 19.45 spæla steypafinaluna móti HB. Rás2 sigur frá dystinum.