Sigfríður fær góða hjálpa á bonkinum

Betri deildin menn: EB/Streymur hevur skrivað undir við tvey sera kend nøvn í felagnum

Mynd: (EB/Streymur) Sigfríður S. Clementsen, Niels Pauli Danielsen og Arnbjørn Hansen

EB/Streymur hevur skrivað undir við tvey sera kend nøvn í felagnum, Arnbjørn Hansen og Niels Paula Danielsen, um at hjálpa Sigfríði Clementsen á síðulinjuni hetta kappingarárið, boðar felagið frá.

 

- Arnbjørn og Niels Pauli hava samanlagt spælt 595 dystir fyri EB/Streym, so sigast má, at tveir sera royndir menn hava longt við EB/Streym, skrivar EB/Streymur.

 

Arnbjørn Hansen, sum júst hevur tikið UEFA-B prógv, fer nú undir sítt sætta kappingarár sum hjálparvenjari hjá EB/Streymi. Umframt hesi árini sum hjálparvenjari hevur Arnbjørn verið við til at vunnið tvey føroyameistaraheiti og fýra steypagull fyri felagið.

 

Niels Pauli Danielsen skal vera spælandi hjálparvenjari hjá EB/Streymi. 35 ára gamli Niels Pauli hevur spælt í felagnum í átta kappingarár, og fer hann nú í gongd við sítt nígginda kappingarár í felagnum. Hann var millum annað ein týðandi partur av liðnum, sum vann føroyameistaraheitið í 2012. Eisini fer Niels Pauli í gongd við UEFA-B útbúgvingina í vár.

 

Mynd: (EB/Streymur) Sigfríður S. Clementsen, Niels Pauli Danielsen og Arnbjørn Hansen