B36 vann sera torføra útidystin ímóti Víkingi 2-1, og hevur nú fingið 26 av 30 møguligum stigum í effodeildini, og er framvegis oddalið.
Sigfríður Clementsen, høvuðsvenjari hjá Víkingi hevur virðing fyri úrslitunum hjá B36, men hann heldur, at tað kann ikki ganga long tíð nú, at B36 tapir sín fyrsta dyst, tí teir eru í veruleikanum ikki nógv betri enn liðini teir spæla ímóti.
Víkinga-venjarin er eisini harmur um, at B36-málverjin, Tórður Thomsen slapp at drála tíðina so nógv, tá hann hevði bóltin.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr tað, sum Sigfríður Clementsen segði við Trónd Arge, aftaná dystin.