Sigfríður væntar brak í Gundadali

Steypavinnararnir úr Víkingi fingu eitt torført lutakast í steypakappingin. Sigfríður Clenentsen væntar eitt brak av einum dysti. Annars roknar hann við at tey stóru liðini vinna sínar dystir.

 

- Eg vænti ikki nógv óvæntað úrslit í 1. umfari. Tað plaga annars at koma nógv óvæntað úrslit í steypakappingini, men tað sær ikki soleiðis út í ár, sigur Sigfríður Clementsen, sum hevur roynt at vunnið bæði steypakappingina og landskappingina sum venjari.

 

Víkingur vann kappingina um Løgmanssteypið í fjør upp á brotssparkskapping móti EB/Streymi. Meðan Víkingur fær ein torføra uppgávu í Gundadali móti B36, so fær EB/Streymur tað valla torført móti vinnaranum av Giza/Hoyvík og MB.

 

- B36 fekk eina góða byrjan og burdi havt vunnið móti HB. Dysturin í Gundadali kann gerast eitt brak, sigur Sigfríður víðari.

 

Bæði í Runavík og á Argjum er uppgerðir millum lið í Effo-deildini. Her vætnar Sigfríður tó bara spenning í aðrari uppgerðin.

 

- Eg vænti at NSÍ vinnur á TB. Dysturin millum ÍF og AB í landskappingini var javnur og nú hevur AB heimavøll, so har er púra javnt, sigur Sigfríður Clementsen.

 

Lutakastið til 1. umfar til steypakappingina háttaði seg soleiðis:

 

1. Umfar(14. apríl):

FC Suðuroy – Undrið/Royn

Giza/Hoyvík / MB – EB/Streymur

B36 – Víkingur

AB – ÍF

NSÍ – TB

Skála – 07 Vestur

B68 – KÍ

B71 - HB