Sigfríður S. Clementsen, HB:
Steypakappingin: (vunnu 3-1 á TB)
- Vit eru sjálvandi væl nøgdir, sigur Sigfríður og vísir á nøkur ting, ið serliga rigga væl.
- Tað er hugburðurin og tað, at vit hava bóltin og spæla fótbólt. Tað er meiri samanhangur í tí heila, heldur hann.
Landskappingini: (sjey stig eftir tríggjar dystir)
- Vit hava havt eina góða byrjan og víst góðar taktir, hetta væl vitandi um at vit fáa truplari uppgávur frameftir, enn vit hava havt higartil. Nógv ting rigga í mun til fjør. Hugburðurin hevur verið góður og vit hava fingið teir leikararnar afturat, sum vit høvdu brúk fyri. Vit hava verið rímiliga skaðafríir higartil og samanumtikið sær tað skilabetri út enn í fjør. Vit hava havt profilar úti einkultar dystir, men teir, sum koma inn, hava gjørt tað gott, sigur Sigfríður S. Clementsen.









