Fótbóltur
B36 dummaði seg í oddadstríðnum, og AB vann ein sera týdningarmiklan sigur í botnstríðnum. Somikið einfalt kann útfallið av dystinum á Argjum sunnudagin tulkast.
Talan var um næsta dystin hjá Sigfríði Clementsen sum AB-venjara, og hann er longu í ferð við at seta síni fingramerki á spælið hjá liðnum.
Við einum kompaktum útgangsstøði, har stutt er millum keturnar, megnaði AB fyri tað nógva at rýsta í undanvindinum, sum teir høvdu fyri steðgin. Enn tá uttan at hetta kostaði nakrar kontra-møguoleikar til B36.
Árstalsfelagið var tó ikki púrasta fyri ongum. Teir spældu skilagott við bóltinum á jørðinni, og nakrar ferðir sluppu teir eisini fram við í borðunum. Nógvi vindurin tóktist tó nerva spælið, og einamest mundi gestirnir bíða til undanvindin, sum var í væntu seinna hálvleik.
Mótbrekka í undanvindi
Tað varð tí lagt upp til eitt stórt trýst frá gestunum eftir steðgin. Men hóast vindurin enn var hin sami, so kom trýstið ongantíð. Partvíst tí B36 hevði sera ilt við at flyta liðið niðan á vøllin, so trýstið veruliga kundi haldast. Men einamest tí AB spældi serstakliga skilagott. Peder Christiansen var snúningspunktið á miðvøllinum, har bólturin alla tíðina varð hildin á jørðini, og hóast AB nú var meira verjukent, so lúrdi møguleikin fyri einum kontra-máli allatíðina.
Súni Fríði Barbá og Fróði Clementsen vóru eisini nær við at revsa verjuvillur hjá B36, men brádliga vísti Sylla enn einaferð, at hann er millum vandamestu álopsspælararnir í landinum.
AB-verjan hevði annars hildið gestunum mest sum púrasta frá møguleikum. Men verjuspælarin fylgdi við, tá ivorianin leitaði djúpt, og so var hann skjótur at renna í tóma holið og hegnisliga stýra bóltinum í netið.
Tað tóktist vera sama søgan, har oddaliðið hevur neyðugu marginalarnir við sær, men argjamenn vildu ikki geva seg. Lítla løtu seinni javnaði Rógvi Poulsen, tá hann var fyrstur á frísparki, sum varð sent inn um B36-verjuna. Ivaleyst kundi sama B36-verja staðið betri um hetta mundið, og tað kundi hon í øllum førum tá seinna AB-málið kom.
Ingi Højsted, sum fyri fyrstu ferð í eitt ár var á besta B36-liðnum, spældi tvørbólt, sum AB fangaði, og so gekk skjótt fyri seg.
Enn einaferð stóð Rógvi Poulsen leysur, og tá hann kipti bóltin fram við Jákupi Mikkelsen, bar hann í armin á Herbert í Lon, sum bakkaði upp.
Brotsspark til AB, og so var fagnaðurin stórur, tá Fróði Clementsen sparkaði bóltin hart og flatt í kassan. Fyri fyrstu ferð hevði AB vunnið heimadyst í Formula-deildini. Og at tað var móti júst grannunum gjørdi ikki dagin verri.
Formkreppa í B36
Sigurin ber við sær, at AB nú av álvara sær møguleikan at bjarga tilveruni í deildini. Munurin upp til KÍ er nú bara tvey stig, og tí verður spenningurin serstakliga stórur komandi umførini.
Hjá B36 var talan hinvegin um eina blamagju av teimum stóru. Kappingarneytarnir í oddastríðnum høvdu vunnið sínar dystir leygardagin, og tí kendi B36 treytirnar, áðrenn farið varð á vøllin.
Og hóast teir enn eru við í oddastríðnum, so er formkurvan hjá árstalsfelagnum ikki nøkur serlig. Seinastu tríggir dystirnir hava bara givið tvey stig, og leitast skal aftur til 20. mai fyri at finna seinasta B36-sigurin.
Komandi umførini standa uppgerðir móti EB/Streymi og HB á skránni, og hesar mugu helst roknast sum sannleikans tími hjá B36.