Sigfríður hevur KÍ sum FM-favoritt

(Rás2) Sigfríður S. Clementsen var gestur í fótbóltspanelinum í SportBoxini á Rás2 seinnapartin

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr tann partin av SportBoxini á Rás2, ið nevnist fótbóltspanelið.


Gestur hjá Tróndi Arge í dag var Sigfríður S. Clementsen, ið fyribils tekur eitt sabattsár frá fótbólti.

 

Sigfríður fortaldi um hvussu tað er fyri fyrstu ferð í langa tíð at sleppa undan at hava nógv og stórt fokus á fótbóltinum. Hann gongur til dystir í Betrideildini, og hann fylgir nú aftur væl við hvussu leikur fer fram.

 

Sigfríður heldur, at KÍ er tann størsti FM-favoritturin, tí tað eru so nógvir faktorar, ið eru við KÍ í ár.

 

Sigfríður metti eisini um 6. umfar í Betrideildini. Allir dystirnir byrja klokkan 15 sunnudagin:

 

Suðringar-AB

EB/Streymur-Víkingur

Skála-KÍ (Rás2 sigur frá dystinum)

NSÍ-HB (Rás2 sigur frá dystinum)

07 Vestur-B36