Sigfríður fekk tveir dagar

? Eg føli, at ein ávísur Petur Reinert er ófatiliga óheppin í einum trimum støðum. Eg vil ikki siga fanansaktigur, men tað er tætt við, segði Sigfríður Clementsen í beinleiðis útvarpssamrøðu á Rás 2 eftir 0-0 dystin ímóti KÍ í Klaksvík hósdagin.

 

Henda útsøgn hevur nú kostað honum karantenu í tveir dystir, so hann sleppur ikki at sita sum venjari á bonkinum, tá EB/Streymur í morgin við Margáir spælir landskappingardyst ímóti ÍF og hóskvøldið í steypakappingini á heimavølli spælir seinnu hálvfinaluna ímóti AB.

 

Kappingarnevndin hevur tikið støði í tí, sum kallast »Óhøviskur atburður/málburður í sambandi við dyst og venjing«, og sum kann kosta karantenu í ein til tríggjar dagar, »um tað ikki er grundarlag fyri enn longri banni«, sum sagt verður í rundskrivi frá 2007.

 

? Eg haldi bara, at tað er flott, at Fótbóltssambandið nú ger skjótt av, tá karantenur verða givnar, so sleppast kann undan at bíða í fleiri vikur, sum tað onkuntíð hevur verið, sigur Sigfríður Clementsen í stuttari viðmerking í kvøld.

 

? Eg ásanni, at eg havi uppiborið karantenuna, tí eg nokk segði ov nógv. Men eg haldi framvegis, at dómarin í dystinum tók nakrar sera óhepnar avgerðir í støðum, sum kundu havt avgerandi týdning fyri úrslitið.