Sigfríður farin frá í ÍF

Venjarin hjá ÍF, Sigfríður Clementsen, og leiðslan í felagnum hava í felag gjørt av, at samstarvið teirra millum er komið at enda. Fyribils tekur Petur Mohr við leiðsluni av besta liðnum hjá fuglfirðingum

Tað hevur ikki gingið eftir vild hjá fuglfirðingum í landskappingini, og nú skal ÍF royna at venda gongdini við einum nýggjum venjara. Sigfríður Clementsen er farin frá sum venjari í Fuglfirði, og nýggjur venjari skal setast.

Okkurt má gersat
Formaðurin í ÍF, Rúni Petersen, sigur, at felagið og Sigfríður hava í felag gjørt av at siga sáttmálan upp. Hann sigur, at orsøkin til samstarvsslitið er tann, at tað hevur gingið so illa í seinastuni, at okkurt má gerast. ÍF er næstaaftast í fremstu deildini við fýra stigum, og eyðmýkjandi 1-6 ósigurin fyri KÍ á heimavølli sunnudagin var dropi, sum fekk bikarið at flóta yvir.
Leygardagin skal ÍF spæla seinnu hálvfinaluna í kappingini um Løgmanssteypið á heimavølli ímóti NSÍ, og tá verður tað royndi venjarin, Petur Mohr, sum herfyri legði frá sær í B68, sum skal hava leiðsluna av liðnum. Rúni Petersen sigur, at ÍF hevur gjørt eina avtalu við Petur Mohr um, at hann tekur sær av venjingini restina av vikuni, og so skal ÍF undir at finna ein varandi loysn viðvíkjandi fyri restina av kappingarárinum.