Sigfríður er ikki bilsin

Sigfríður Clementsen heldur ikki fram sum venjari HB. Tað er hann ikki beinleiðis bilsin av, men er glaður fyri tíðina í HB.

Hósdagin kunngjørdi Havnar Bóltfelag, at Oddbjørn Joensen verður venjari komandi ár, meðan Fróði Benjaminsen verður leikandi hjálparvenjari. Tað merkir somuleiðis, at samráðingarnar millum Sigfríð Clementsen og HB ikki komu á mál.
Sigfríður sigur við Sosialin, at hann ikki er beinleiðis bilsin av støðuni, men vísur á at HB hevur nádd málsetninginum bæði í ár og í farna kappingarár.
«Málsetningurin tá eg tók við í fjør var at bjarga felagnum frá niðurflyting. Í ár var málsetningurin at røkka Europa League luttøku. Vit kláraðu báðar málsetningarnar og tað eri eg stoltur av, sigur nú fyrrverandi HB venjarin.
Ongin hevur megnað at siti í venjarastólinum hjá HB í meiri enn hálvt annað kappingarár síðani Ion Geolgau, sum var venjari frá 1998 til 2002.
Í samrøðu við Rás2, segði formaður í HB, Finnbogi Arge, at ein av orsøkunum til at Sigfríður Clementsen ikki helt fram var, at liðið var ov óstøðugt og botnstøðið var ov lágt. Hesum er Sigfríður ikki heilt samdur í og kallar tað ein hálvan sannleika.
«Vit hava havt eitt sera ungt lið í ár og í fyrra hálvu høvdu vit lægsta miðalaldurin. Í seinnu hálvu hava vit verið støðugur og tað er komið við tilgongdini av Jóhan Troest Davidsen, Rógva Poulsen og Róki av Fløtum, vísur Sigfríður Clementsen á.
«So tað er bara ein hálvur sannleiki. So hevði eg heldur vilja, at HB hevði kallað ein spaka fyri ein spaka, sigur Sigfríður víðari.
Talan hevur eisini verið um ein fíggjarligan spurning og tað hevur Finnbogi Arge eisini víst á. Bæði loysnin við Fróða Benjaminsen sum leikandi hjálparvenjara og Oddbirni Joensen sum venjara benda á, at tað strammar í pengakassanum hjá HB. Núverandi loysnin er neyvan líka dýr sum at fingið eitt nú Krzysztof Popczynski ella Flemming Christensen sum venjara.
«Eitt er spælið á vøllinum og eitt er tann fíggjarligi parturin, men eg undrist um tað kanska eisini er okkurt heilt triðja, sum ger seg galdandi, sigur Sigfríður Clementsen uttan at koma nærri inn á hvat tað skuldi verið.
Sigfríður hevur ætlanir at royna seg sum venjara komandi ár og leitar nú eftir einum nýggjum felagi.
«Eg eri savangur enn og eri klárur til nýggjr avbjóðingar. Tíðin í HB hevur verið góð og eg eri takksamur fyri tað tíðina eg fekk í felagnum, men nú má eg bara leita mær eftir einum nýggjum felagi, sigur Sigfríður Clementsen at enda.
Fleiri feløg hava ikki avgreitt venjaraspurningin til komandi kappingarár. Í Effo-deildini er talan um EB/Streym, ÍF, B36, NSÍ, TB og 07 Vestur.