Sigfríður Clementsen sagdur úr starvi

Venjararnir hava ikki staðið fyri væntaðu úrslitunum í hesum kappingarárinum, og tað hevur seinnapartin fingið avleiðingar. Í gjár tapti liðið steypafinaluna móti Víkingi.

Formaðurin sigur, at hópurin skal savnast seinni, har leikararnir fáa boðini. Til ta tíð hevur hann ikki stórvegis viðmerkingar.

EB/Streymur liggur í løtuni á fimta plássinum í Vodafonedeildini, 13 stig frá oddaliðnum HB. Sundalagsmenn hava tó spælt tveir dystir færri.