HB heimasíðan boðar í kvøld frá, at Sigfríður Clementsen tekur við starvinum sum nýggjur venjari hjá HB, eftir at Julian Hansen hevur valt at takka fyri seg. Eisini Magni Mohr gevst í felagnum vegna arbeiðsørindir í London.
Tað hevur staðið nógv á HB venjarinum, síðani hetta kappingarárið byrjaði. Julian Hansen tók við í fjør og førdi HB til gullið. Tað hevur tó ikki gingið so væl í hond í ár. Liðið hevur spælt illa og tiltikna hepni hevur verið útskift við óhepni og ósketni. Liðið liggur í løtuni á sætta plássi við 14 stigum, tað eru 14 færri enn B36 hevur á fyrsta plássi og trý fleiri enn 07 Vestur á næstniðasta plássinum.
Útskifting hevur í dag verið í høvuðsvenjarasessinum hjá Vodafoneliðnum hjá HB. Julian Hansen er givin, og Sigfríður Clementsen tekur við. Gongdin hjá Vodafoneliðnum hevur ikki verið góð í ár, og tí samdust Julian og felagið fyrr í dag um at enda samstarvið. Í kvøld hevur felagið so gjørt avtalu við Sigfríða Clementsen um at taka við høvuðsvenjarastarvinum restina av kappingarárinum, skrivar HB á heimasíðuni.
HB skal eisini finna ein nýggjan hjálparvenjara, tí Magni Mohr gevst somuleiðis, sum portalurin fyrr hevur víst á.
Av tí at Magni Mohr er fluttur av landinum í arbeiðsørindum, er heldur eingin hjálparvenjari í løtuni. Felagið er í samráðingum um hetta og vónar at fáa hjálparvenjaran uppá pláss í vikuni, skrivar felagið víðari á heimasíðuni.
Fyrsti dysturin hjá nýggja venjarinum verður grannauppgerðin móti B36 sunnudagin. Sigfríður hevur í tveimum førum verið venjari hjá B36.