Tað er einki avgjørt enn, men tað liggur í luftini, at Sigfríður S. Clementsen seinnapartin fer at biðja TB viðhaldsfólkunum farvæl við Stórá, eftir at hann hevur avgreitt setningin, sum var at syrgja fyri, at TB eisini næsta ár fer at kappast í bestu deildini.
-Vit eru nøgdir við úrtøkuna higartil, og vit vóna, at tað skal eydnast at seta met í stigum. Vit hava vunnið 26 stig, ið er tað mesta, sum TB nakrantíð hevur vunnið. Ímóti Skála verður tað sera tætt. Tað fer at ríða um snarið. Kanska fer tað at enda við javnleiki, og kanska vinnur annað liðið við einum máli. Vit halda okkum at hava møguleika at vinna, og vit fara at arbeiða fyri at vinna fyrsta sigurin ímóti Skála í ár, sigur TB venjarin Sigfríður S. Clementsen.
Tað var stutt eftir 5-1 skrædlið á Skála, at tað var venjaraskifti í TB. Í ólavsøku umfarinum var Albert Adu einsamallur málskjútti á Skála, tá ið tað restaði eitt korter.
Skálamenn eru meiri kroystir í botnstríðnum nú, enn teir vóru fyri tveimum umførum síðani. Teir rokna tó við møguleikanum at halda fram í fremstu røð:
-Tað er framvegis upp til okkum sjálvar at gera av, um vit eisini næsta ár skulu spæla í bestu deildini, og tað er ein fyrimunur, sigur Skála venjarin Pauli Poulsen.