Sigfríður aftur í B36

Hetta skrivar Dimmalætting, sum eisini endurgevur Mikkjal Thomassen fyri at siga, at hann hevur stórt álit á Sigfríða Clementsen.

Sigfríður Clementsen er framvegis løntur av EB/Streymi, men Rólant Højsted, formaður hjá EB/Streymi, hevur givið grønt ljós fyri, at Sigfríður Clementsen kann hjálpa Mikkjali Thomassen og B36.

Einasta treytin sigst vera, at Sigfríður Clementsen ikki er við á beinkinum hjá B36, tá liðið tekur í móti EB/Streymi 26. august.