Sigarettirnar á hillina

Í móttøkuni á Hotel Føroyum arbeiða tvær kvinnur, sum báðar hava verið á skeiði hjá Mette. Onnur hevur lagt av, meðan hin hevur sníkt seg at roykja eina ella tvær sigarettir síðani

Fleiri fyritøkur hava bjóðað sínum starvsfólki at fara á skeið hjá Mette Føns, og tær báðar kvinnurnar, sum arbeiða í móttøkuni á Hotel Føroyum hava eisini verið á skeiði.
? Eg roykti fimtan sigarettir um dagin, men eg havi ikki roykt, síðan eg var á skeiði, sigur Bingerð.
? Eg vildi gjarna leggja av áðrenn skeiðið, og eg haldi, at hon sannførdi okkum um fyrimunirnar við ikki at roykja. Tað vóru ongar ræðumyndir nýttar, men hon vísti bara á allar vansarnar við royking, sigur hon.

Nær við
? Tað hevur riggað væl, men eg havi hóast alt sníkt meg at roykja nakrar sigarettir, síðan eg var á skeiðnum, sigur Fía, sum eisini arbeiðir á Hotel Føroyum.
Hon sigur, at hon gleðir seg at fara á uppfylgjandi skeið, sum skal hjálpa henni víðari á leiðini fram ímóti einum roykfríum gerandisdegi.
? Eg havi roykt nógv minni seinastu dagarnar, og vónandi klári eg at leggja av, sigur Fía, sum staðiliga viðmælir fólki at royna hetta skeiðið. Níggju út av hvørjum tíggju, ið royna hetta skeiðið leggja sigarettirnar á hillina.