Jóannes Eidesgaard hevur júst sent út tíðindaskriv, har hann sigur seg hava slept ætlanum um at banna tollfríum innflutningi av sigarettum - Hóast fleiri góðar orsøkir kunnu vera til eitt slíkt stig, so hevur landsstýrismaðurin lagt serligan dent á, at hetta inntriv var fyri at útvega meirinntøkur til eina fíggjarlóg fyri 2009, sum kemur at dragast við fleiri hundrað milliónir í halli. Hetta inntriv hevði givið landskassanum umleið 18 mió kr., verður sagt í tíðindaskrivi.
- Hetta inntriv hevði ikki stillað nakrar borgarar verri í mun til aðrar, men heldur javnsett tey mongu. Heldur ikki hevði hetta inntriv havt negativa ávirkan á virksemi í landinum.
- Men landsstýrismaðurin má bert staðfesta, at hann ikki fær undirtøku fyri hesum inntrivi í samgonguni. Um málið kemur fram aftur, tá fíggjarligi veruleikin gerst meira ítøkiligur, enn hann longu er, vil bert tíðin vísa, sigur Jóannes Eidesgaard at enda í tíðindaskrivinum.









