Frá 1. apríl næsta ár sleppa finnlendingar bara at roykja sigaretir, sum sløkna av sær sjálvum Eftir drúgva viðgerð hevur finski Ríkisdagurin samtykt, at frá 1. apríl næsta ár sleppa finnlendingar bara at keypa sigarettir, sum sløkna av sær sjálvum.
Hesar sigarettirnar eru gjørdar soleiðis, at tær sløkna, guvar roykjarin ikki. Finnland er tað fyrsta landið í Evropa, sum hevur valt at fara yvir til hesar sigarettirnar, men í Avstralia og Kanada kunnu fólk bara keypa slíkar sigarettir.
Finsku hagtølini vísa, at á hvørjum ári doyggja meiri enn 2.000 fólk av eldsbruna, sum stendst av royking.