Danski heilsumálaráðharrin heldur, at sigarettirnar eru ov bíligar, og hann fer nú at royna at fáa prísin upp Danski heilsumálaráðharrin, Jakob Axel Nielsen, heldur, at sigarettir og aðrar tubbaksvørur eru ov bíligar í Danmark og hinum ES-londunum, og hann fer at gera eina roynd at fáa sínar starvsbrøður í hinum londunum at hækka prísirnar munandi.
Jakob Axel Nielsen sigur við kringvarpið DR, at tað er ikki nóg mikið, at Danmark hækkar prísirnar á tubbaksvørum, tí gera hini ES-londini ikki tað sama, fara danir bara til Týsklands ella Póllands at keypa sær sigarettir, sigur hann.
Jakob Axel Nielsen fer væntandi at taka spurningin um tubbaksprísirnar upp á fundi, sum heilsumálaráðhararnir í ES-londunum skulu hava í Luksenburg.