Sigarettin sprongdist

Tann 31 ára gamli indonesiski trygdarmaðurin Andi Susanto misti seks tenn, tá ein sigarett av einari ella aðrari orsøk brast millum varrar hansara. Nú hevur verksmiðjan, sum sigarettin stavaði frá, játtað at rinda tí óhepna roykjaranum endurgjald. Harumframt hevur verksmiðjan, sum eitur PT Nojorono Tobacco Indonesia, játtað at rinda fyri viðgerðina, sum Susanto skal hava á einum sjúkrahúsi. Andi Susanto hevur greitt frá, at nú ætlar hann sær at leggja av at roykja.