Ivaleyst eru tey mong, sum hava varnast, at brandbilar fyrr í kvøld fóru ýlandi gjøgnum Havnina.
Tí kvøld fór ein automatiskur brandalarmur í gongd í bygningi í Havn, sum sendi átaksleiðaran og ein brandbil avstað við rúkandi ferð gjøgnum býin.
Átaksleiðarin hjá Sløkkiliðnum í Havn sigur, at tá ið sløkkiliðsfólkini komu á staðið, varð skjótt avdúkað, at ein sigarett var orsøkin til hendingina.
Fleiri størri bygningar av ymiskum slag hava beinleiðis samband við brandstøðina umvegis ein elektroniskan alarm, sum tendrar á miðstøðini hjá brandstøðini, um roykur verður uppfangaður av tólinum. Tað vísti seg so í dag, at ein persónur á staðum hevði fest sær í eina sigarett.
- Tað er gott at uppliva, at okkara alarmskipan riggar so væl, at ein sigarett setur alarmin í gongd, sigur átaksleiðarin í kvøld.