Sigarett festi í Herbergið

Seinnapartin í gjár varð boðað frá eldi í Herberginum hjá Frelsunnarherinum á Dalavegi í Havn.

Sløkkiliðið og løgreglan vórðu boðsend og fóru á staðið, men tá ið løgreglan kom fram, var eldurin sløktur við pulvursløkkjara og tamarhald var á støðuni.

Eldurin var ikki stórur og gjørdi ongan skaða.

Men Løgreglan sigur, at tað allarhelst er ein sigarett, sum hevur fest í.

Annars hevur løgreglan tvær verið boðsend til húsaófrið.

Í tí eina førinum var ein fullur maður komin á gátt hjá fólki, hann kendir.

Húsaeigarin vildi ikki hava hann inn, men tá ið hann ikki fekk mannin út aftur, ringdi hann til løgregluna, sum kom á staðið og fekk mannin á dyr.

Í hinum førinum var tað maðurin í húsinum, sum var blivin púra ørur inni og boð vórðu send eftir løgregluni. Trupulleikin var loystur við at konan fór av húsum.

Annars var ein íslendskur trolari á Havnini í gjár við einum manni, sum hevði fingið skaða. Hann hevði fingið ein enda í andlitið og skaðin var nóg stórur til, at trolarin kom inn við manninum, sum síðani varð førdur á Landssjúkrahúsið.