- Brunakanningar eru lidnar, og mann hevur funnið fram til, at tað ikki kann útilokast, at eldurin kyknaði av eini sigarett, sigur Per Skov Christensen, kriminalpolitistur.
Løgreglan upplýsir somuleiðis, at eldur kyknaði í einum kamari á ovastu hæddini, og eldurin byrjaði helst í eini song.
Annars hava fólkini í húsunum greitt frá, at tey luktaðu royk í hesum kamarinum og royndu at sløkkja eldin við vatni. Hetta megnaðu tey ikki, og so festi í restina av húsunum.
- Vit hava funnið fram til, at vitnini høvdu søgdu satt, og nú verður sakin send til fútan, har støða skal takast til, um ein av teimum í húsunum, skal ákærast fyri at hava skuldina av eldinum í ósketni, sigur Per Skov Christensen.
Eldurin er helst ikki settur á við vilja, so í ytsta fall er møguleiki fyri, at ein av íbúgvunum fær bót.