Uppreistrarmenninir í Libya vilja vera við, at ein sonur libyska leiðaran, Muammar Gaddafi, doyði í einum NATO-loftálopi nærhendis býnum Zlitan seint í gjárkvøldið. Sagt verður, at umleið 30 fólk doyðu í álopinum, og at sonur Gaddafi, sum æt Khamis, var ein teirra.
Ein talsmaður fyri NATO váttar, at flogfør hjá samgonguni lupu á mál í og uttan fyri Zlitan í nátt, men hann vil ikki gera viðmerkingar til tíðindini um, at Khamis doyði í álopinum.
Mohammed Zawawi, sum er talsmaður hjá uppreistrarleiðsluni, sigur við fronsku tíðindastovuna AFP, at leiðslan hevur fingið at vita frá sínum njósnarum, at sonur Gaddafi doyði í álopinum á Zlitan. Hann leggur afturat, at 32 hermenn hjá Gaddafi lótu lív í sama álopi.