Í annaðkvøld skipar felagið Verjið Børnini, fyri tiltakið í Kaffihúsinum Fríða í Klaksvík.
Tiltakið er í samband við verkætlanina Sig tína søgu, har felagið hevur heitt á fólk, ið hava verið fyri kynsligum ágangi og teirra avvarðandi at siga sína søgu.
Á tiltakinum fer forkvinnan, Sunneva Mohr, at siga sína søgu og hugleiða um, hvussu ein kann liva “lívið” við kynsligum ágangi. Hilda Viderø verður eisini við til tiltakið, og tíð verður sett av at seta spurningar um evnið og at kjakast. Umframt hetta vera tveir stuttfilmar sýndir, ið felagið hevur latið gjørt seinasta árið.










