Siga seg hava tikið amerikanskar njósnarar

Iransku myndugleikarnir siga seg hava handtikið fleiri amerikanskar njósnarar, sum skuldu órógva tjóðartingsvalið, sum verður í Iran um knappar tveir mánaðir. Tað var ovastin fyri iransku fregnartænastuni, Heydar Moslehi, sum boðaði frá hesum í dag. Hann segði einki um, hvussu nógv fólk eru tikin, ella nær tey vórðu tikin.

Tjóðartingsvalið í Iran 2. mars er tað fyrsta valið í landinum síðani tað umstrídda forsetavalið í 2009

Útlendskir eygleiðarar ivast í tíðindunum um handtøkurnar. Teir vísa á, at myndugleikarnir í Iran hava fyrr sagt, at teir hava tikið amerikanskar njósnarar, uttan at teir hava lagt nakað prógv fram.