Tíggju fólk siga seg hava sæð ta horvnu Madeleine McCann í Marokko Tey, sum kanna málið sum Madeleine McCann, leggja dent á, at tey tíggju, sum siga seg hava sæð Madeleine, hava einki við hvør annan at gera, og at talan tískil er um tíggju ymsar tilburðir.
Bretsk bløð skriva, at fráboðaninar verða tiknar í størsta álvara, og at eitt rannsóknarfelag í Spania kannar, um talan veruliga kann vera um Madeleine McCann.
Spanska rannsóknarfelagið hevur leitað eftir fleiri børnum, sum eru horvin, og í 23 førum hevur arbeiðið givið úrslit, skrivar bretska blaðið Daily Mail.
Millum teirra, sum siga seg hava sæð Madeleine McCann í Marokko, er ein norsk kvinna.










