Siga ósatt um duldar sáttmálar

Tað passar ikki, at sáttmálar við oljufeløg eru loyniligir...

Undir viðgerðini av Skála­fjarð­ar­tunl­inum hava fleiri poli­tik­arar ført fram, at tað als einki løgið er í, at sáttmálin við CIP er loyniligur.

»Johan Dahl hevur gjørt fleiri sáttmálar við olj­u­fel­øg, sum eisini eru loyn­i­lig­ir, og tað ger eingin vrøvl um«, hevur verið sagt – og bæði landsstýrisfólk og løg­tings­fólk hava ført hetta fram í kjak­i­num.

So skuldu vit kanska trúð mýtuni um, at hetta er veruleikin:

– Eing­in fær innlit í sátt­mál­ar við olj­u­fel­øg­ini, og so skal eing­in hava innlit í sátt­mál­an, sum Kári P. Højgaard gjørdi við danska felagið hjá gull­dreingj­u­num hjá Dong-stjóranum – sum kanksa funnu onkran hent­an idiot í Før­oy­um, sum teir kundu tjen­ar sær nógvar peng­ar upp­á.

Ein sum eisini hevur víst á hetta í almenna kjakinum er formaðurin í sam­bands­fel­ag­num í Eysturoy, Jóhan Pet­er­sen á Glyvrum. Hann hev­ur funnist harðliga at fjøl­miðl­a­fólki og lagt tey undir, at tey ong­an fakligan stoltleika hava, tí tey ikki meina tað sama sum hann.

Men tað sum Jóhan Pet­er­sen ikki hevur upplýst í al­­menna kjakinum er, at hann sjálvur hevur biðið – og fingið innlit í sáttmálan mill­­um Vinnumálaráðið og DONG um boring eftir olju í føroyskum sjóøki.

Tað kundi verið áhugavert at vit­að, hví privatpersónurin Jó­han Petersen á Glyvrum hev­ur søkt um alment innlit í hendan sáttmálan. Var tað fyri at kunna prógva, at man fær ikki innlit í ein slíkan sátt­mála?

So kundi tað eisini verið á­hug­a­vert at vitað, hví Jóhan Pet­er­sen ikki hevur sagt frá hesum, nú hann hevur verið so íðin í kjakinum. Tí hann kundi steðgað ósonnu mytunum um, at »man fær heldur ikki innlit í sátt­málar, sum Jóhan Dahl ger við oljufeløgini...«

Tað sum eisini er áhugavert er, at Vágaportalurin hev­ur søkt og fingið innlit í hendan sama sáttmálan. Tað hevur Vágaportalurin held­ur einki skrivað um.

Nú skulu vit ikki siga, hvønn Vág­a­port­al­ur­in renn­ur øri­ndi fyri – tann sprun­ing­in lata vit liggja hesaferð.

Men púra greitt er, hvønn Jóhan Pet­er­sen rennur ørindi fyri.
Sosialurin setti sær í gjár fyri at kanna, um tað ber til at fáa innlit í oljusáttmálarnar ella ikki.

Og tað ber væl til, prógvið hava vit við einum eintaki av sát­t­mál­a­num millum Vinn­u­mál­a­ráð­ið og Dong Energy um loyvi 018 og fylgiskjal 1 og fylgi­skjal 2 og loyvi 019 og fylgi­skjal 1 og fylgiskjal 2.