Siga Róa farvæl

Nú verður endaligt punktum sett


Mikukvøldið verður kvøldseta á Háskúlanum í sambandi við, at Rói Patursson fer frá sum stjóri á skúlanum.


Rói Patursson hevur verið stjóri á Háskúlanum í samfull 26 ár, nú hann fer frá. Seinastu tveir mánaðirnar hevur hann verið til taks hjá nýggja stjóranum, Annfinni Heinesen, sum samstundis formliga tekur við sum stjóri.
 

Á skránni á kvøldsetuni verða røður og tónleikur, har verður høvi at biðja fráfarandi stjóranum farvæl.

 

Á myndini sita fráfarandi stjórin, Rói Patursson, vinstrumegin, saman bið nýggja stjóranum, Anfinni Heinesen.