Gott og væl helvtin av dønum hava sagt ja við barnadóp, brúdleyp ella konfirmatión, hóast teir ikki trúgva á Gud. Tað vísir kanning, sum Gallup hevur latið gera fyri Berlingske. Heimasíðan hjá Fólkakirkjuni ber hesi tíðindini.
42 prosent av teimum, sum eru spurd, siga seg hava játtað seg til kristnu trúnna í eini kirkju, uttan at trúgva á Gud.
- Hetta er stórt vandamál og er mær til miklan ampa í tænastuni. Tað átti tað somuleiðis at verið fyri kirkjuna í síni heild, sigur Henrik Højlund, sum er formaður í Evangelisk Luthers Netværk og sóknarprestur í Løsning og Korning, við Berlingske.
Hann heldur tað minna um falslótir, tá tú einki leggur í andaliga partin og bara brúkar kirkjuna, tí hon er vøkur og hugnalig.
- Hinvegin er kirkjan sjálv størsti syndarin í hesum føri. Kirkjan skal tora at seta týðilig krøv til fólk, um at geva meira substans og innihald til tað, tey í roynd og veru siga ja til, heldur Henrik Højlund.
Granskarar, prestar og bispar halda, at danir eru øðrvísi trúgvandi nú enn fyrr.
- Tað er ikki talan um falslótir at brúka kirkjuna, hóast tú ikki trýr á Gud. Nógv velja kirkjuna, tí kirkjan er serliga, og tí hon er merkt av tyngd og álvarsemi, sigur Peter Luchau, granskari í nútíðar gudfrøði á Syddans Universitet.
Manu Sareen, danski kirkjumálaráðharrin, heldur, at tað at trúgva er nakað persónligt. Hann fer ikki at blanda seg upp í orsøkina, hví einstaka menniskja vil brúka kirkjuna.
Kelda: www.folkakirkjan.fo