Tað er háspenningur um annað FM finaluplássið í FTZ deildini. H71 hevur tryggjað sær pláss í FM finaluni. VÍF, KÍF, og Kyndil stríðast um hitt FM finaluplássið.
Í kvøld klokkan 20 spæla VÍF og Kyndil í Vestmanna, og Neistin og KÍF spæla í høllini á Hálsi í Havn.
Tróndur Arge sigur frá dystinum í Vestmanna, og Hilmar Jan Hansen sigur frá dystinum í Havn. Samsent verður við STAÐIÐ FM 101 í Vestmanna, so hondbóltsáhugaðir vestmenningar fáa eisini høvið at lurta við.
Til ber at lurta við á www.midlar.fo, og annars á FM 88,7, FM 95,9 og á FM 98,7.
Ljóðsamrøður og myndir frá dystunum koma út á in.fo seinni í kvøld.
Støðan í FTZ deildini :