Tað verða bæði fótbólts- og hondbóltsfrásagnir á Rás2 hetta vikuskiftið.
Rás2 hevur fingið sponsoravtalur, sum ger tað møguligt hjá rásini at siga frá fótbólti alt kappingarárið frá fyrsta til seinasta umfar. Hondbólturin verður tó ikki sleptur, og fer Rás2 framvegis at siga frá avgerandi hondbóltsdystum, og ikki minst FM-finalunum.
Leygardagin byrjar Rás2 at senda klokkan 14. Byrjað verður við einum drúgvum innslagi, har Sigfríður S. Clementsen metir um liðini í effodeildini, og hann tippar eisini umfarið í effodeildini hetta vikuskiftið. Hilmar Jan Hansen sigur frá dystinum NSÍ-HB, sum byrjar klokkan 15, og Tróndur Arge sigur frá dystinum B36-ÍF, sum somuleiðis byrjar klokkan 15. Heri Simonsen fer at uppdatera frá gongdini í dystinum TB-KÍ, sum somuleiðis byrjar klokkan 15.
Sunnudagin verður byrjað við upptakt klokkan 14.30. Tróndur Arge sigur frá dystinum AB-B68, sum byrjar klokkan 15, og fylgt verður við gongdini í dystinum Víkingur-Skála, sum somuleiðis byrjar klokkan 15. Hilmar Jan Hansen fer at siga frá dystinum KÍF-Kyndil í FTZ deildini, sum byrjar klokkan 16. Fylgt verður eisini við gongdini í hinum báðum dystunum í FTZ deildini, sum verða VÍF-StÍF og H71-Neistin.
Øll kunnu lurta á www.midlar.fo, og annars á FM 88,7, FM 95,9 og á FM 98,7.