Siga frá Víkingur-B36 og NSÍ-07 Vestur

Sunnudagin sendir FM1 frá fótbólti millum klokkan 14 og 18. Dystirnir byrja klokkan 15

Sunnudagin spennir FM1 seg aftur út við drúgvari fótbóltssending, har sent verður millum klokkan 14 og 18.

 

Klokkan 14 skipar Petur Asbjørn Lervig fyri upptaktssending, ið verður send úr Sarpugerði í Norðragøtu. Við sær hevur Petur Asbjørn venjaran og fótbóltsviðmerkjaran, Svenn Ó. Olsen og gomlu Víkinga-kempuna, Hans Jørgen Djurhuus.

 

Klokkan 15 siga frásøgumennirnir hjá FM1, Tróndur Arge og Hilmar Jan Hansen frá dystunum millum Víking og B36 í Sarpurgerði í Norðragøtu, og dystinum millum NSÍ og AB við Løkin í Runavík. Fylgt verður við og kunnað verður um gongdina í hinum trimum dystunum, ið eru EB/Streymur-HB, KÍ-AB og Suðringar-Skála.

 

Aftaná klokkan 17 verður sendingin "Triði Hálvleikur". Millum teir sum prátað verður við eru: Eyðun Klakstein, venjari hjá Skála, Stefan Radosavljovic hjá Suðringum, Heðin Askham, venjari hjá EB/Streymi, Jóannes Bjartalíð hjá KÍ, Heðin Stenberg hjá AB, og eitt umboð fyri HB. Hilmar Jan Hansen og Tróndur Arge gera samrøður í Sarpugerði í Norðragøtu og við Løkin í Runavík. 

 

In.fo hevur tekstfrásøgn frá øllum fimm dystunum. Samanumtøka, myndir og ljóðsamrøður koma út á in.fo tá dystirnir eru lidnir.

 

Øll kunnu lurta eftir FM1 á www.midlar.fo, og annars á FM 88,7, FM 91,7, FM 93,9, FM 95,5 og FM 98,7.