Tað verður ein langur sunnudagur við fótbólti og hondbólti á Rás2 í dag.
Klokkan 12 til 14 verður sendingin SportBoxin endursend frá fríggjadegnum.
Klokkan 14 til 15 verður upptakt, har Petur Asbjørn Lervig og Heri Simonsen fara at gera upptaktssamrøður til 25. umfar í effodeildini. Prátað verður eisini við Kaj Leo í Bartalsstovu, sum saman við Jònasi Tór Næs og liðfeløgunum í ÍBV yvirlivdi niðurflytingarstríðið í pepsideildini í Íslandi.
Klokkan 15 til 17 verður sagt frá tveimum dystum í effodeildini. Petur Asbjørn Lervig sigur frá dystinum millum ÍF og Víking í Fuglafirði, og Tróndur Arge sigur frá dystinum millum HB og EB/Streym í Gundadali í Havn. Janus Kjærbo verður heimildarmaður til dystin millum TB/FCS/Royn og KÍ. Kunnað verður frá gongdini í dystunum millum Skála og B36, og dystinum millum 07 Vestur og NSÍ.
Klokkan 17 byrjar frásøgnin av EM-undankappingardystinum millum kvinnulandsliðini í hondbólti hjá Føroyum og Svøríki. Tróndur Arge sigur frá dystinum, sum verður spældur í høllini á Hálsi.
Í steðginum og aftaná hondbóltsdystin verður prátað við umboð fyri effodeildarlið, sum hava verið í leiki í dag.
Øll kunnu lurta við á www.midlar.fo, og annars á FM 88,7, FM 95,9 og á FM 98,7.










