FM1 sigur frá trimum dystum í Faxe Kondi steypakappingini seinnapartin í dag.
Klokkan 14 sigur Sjúrður H. Hoydal beinleiðis frá oddadystinum í bólki 2 hjá kvinnunum millum H71 og Kyndil, ið kappast um at vinna bólk 2 við fýra stigum hvør. StÍF og Neistin 2 spæla eisini klokkan 14, men bæði liðini hava higartil einki stig fingið og spæla um at sleppa undan at enda aftast í bólki 2.
Klokkan 16 verður sagt frá tveimum dystum. Tróndur Arge sigur frá dystinum í bólki 1 hjá kvinnunum millum Neistan og Stjørnuna, ið hava tvey stig hvør. Vinnarin fylgir bólkavinnaranum, VÍF í hálvfinalurnar. Sjúrður H. Hoydal sigur frá dystinum í bólki 1 hjá monnum millum H71 og VÍF. H71 og KÌF hava fýra stig, og VÍF hevur tvey stig. Kyndil 2 er aftast í bólkinum við ongum stigi.
Øll kunnu hoyra dystarfrásagnirnar á www.midlar.fo. Vanligu frekvensirnir hjá FM1 eru FM 88,7, FM 91,7, FM 93,9, FM 94,8, FM 95,5 og FM 98,7. Dystirnir klokkan 16 verða samsendir við STAÐIÐ FM 101 í Vestmanna.
Ljóðsamrøður við umboð fyri H71, Kyndil, VÍF, Neistan og Stjørnuna koma út á in.fo tá dystirnir eru lidnir.









